Trivnaðarætlan

Mál skúlans og virðisgrundarlag

Okkara samleiki

Vit ynskja at hava trivnaðin í hásæti, Hetta inniber greiðar atferðarreglur, ið øll mugu virða

Trivnaðurin í hásæti

Hava greiðar atferðarreglur, ið øll mugu virða.

Tolsemi eyðkennir skúlan

Næmingarnir mennast og gerast sjálvstøðugir

Kveikja og menna hugaflogið

Ábyrgd og leiklutir

Skúlastýrið

Leiðslan

Flokslærarin

Flokslærarin hevur ábyrgdina av trivnaðinum hjá tí einstaka næminginum og í flokkinum sum heild. Flokslærarin skal samskifta og samstarva við allar viðkomandi partar, tað er við næmingarnar, skúlaleiðsluna, flokstoymið og heimið. Sum part av trivnaðararbeiðinum kann flokslærarin hava floksfund eftir tørvi. Flokslærarin skal eisini, sum part av trivnaðararbeiðinum, hava næmingasamrøður. Flokslærarin boðar heimunum frá, nær næmingasamrøðurnar verða. Arbeiðið verður gjørt í samráð við hinar lærararnar, sum hava flokkin.

Foreldur og verjar

Fylgja við í tí, ið barnið arbeiðir við, og stuðla tí í arbeiði sínum. Vísa virðing fyri arbeiði og arbeiðstíð næmingsins, soleiðis at frítíðir, frítíðarvirksemi og annað, verður lagt uttanfyri skúlatíð. Siga frá um barnið ikki er í skúla. Foreldur og verjar samstarva við skúlan um reglugerðir, so barnið skilir, at vit draga eina línu. Foreldur og verjar eru góðar fyrimyndir. Tey vísa barninum, skúlanum og ábyrgdarfólki virðing, og skúlin virðir tey. Foreldur og verjar fylgja við, at barnið trívist og boða beinanvegin frá, um illgruni er um mistrivna.

Førleikastova

Skálavíkar skúli, Sands skúli, Skopunar skúli og Sandoyar Meginskúli samstarva um eina felags førleikastovu fyri oynna. Førleikastovan virkar eftir kunngerðini um førleikastovur, ið varð sett í gildi 1.august í 2019.

Uppgávan er:

  • at samskipa og gagnnýta servitanina, og harvið menna eitt gott læruumhvørvi við góðum námsfrøðiligum amboðum og mannagongdum.
  • at vegleiða og ráðgeva lærarum í fakligum, námsfrøðiligum og sernámsfrøðiligum spurningum.

Førleikastovan samskipar námsfrøðiligu og sernámsfrøðiligu førleikarnar og átøkini í skúlunum. Eisini er førleikastovan við til at menna læruumhvørvið og menningarumhvørvið í skúlunum og miða verður eftir, at næmingarnir fáa neyðuga hjálp so tíðliga sum gjørligt.

Málið er at skúlaumhvørvið er næmingalagað og innkluderandi har allir næmingar fáa møguleika at mennast og læra, og fáa høvi at vera virknir í felagsskapinum.

Tey, ið manna førleikastovuna, eru:

  • Poula Hentze, leiðari og orðblindalærari
  • Sólrun Hendriksdóttir Sørensen, støddfrøðivegleiðari
  • Laurina Niclasen, serlærari
  • Elin Højsted, lesivegleiðari
  • Anna Johnleyg Hentze, AKT-lærari

Onnur starvsfólk skúlans eru knýtt at førleikastovuni í mun til ávísu málini, ið arbeitt verður við og tørvin hjá einstaka næminginum og/ella flokkinum.

Heilsufrøðingur

Børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri fáa tilboð um regluligar fyribyrgjandi og heilsufremjandi heilsukanningar hjá heilsufrøðingi.

Heilsufrøðingurin bjóðar vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Umframt at gera funktiónskanningar, hevur heilsufrøðingurin eisini persónligar samrøður við barnið, eins og bólka- og floksundirvísing við ymiskum viðkomandi evnum.

Harumframt eygleiðir heilsufrøðingurin heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum.

Vegleiðing verður eisini veitt til foreldur og starvsfólk á skúlunum.

Næmingurin

Sýnir fólkaligan og høviskan atburð og dugir at vera saman við øðrum og at vísa fyrilit. Næmingurin er væl fyri at taka ímóti undirvísing. Tað merkir, at hann er úthvíldur og hevur etið, ella hevur ein bita við sær at eta. Næmingurin hevur bøkur og amboð við sær og skal møta til tíðina. Hann skal vera fyrireikaður, tá hann kemur í skúla.

Heimaarbeiði

Heimaarbeiðið verður lagt út á vikuætlanina fríggjadag, ið liggur á heimasíðu skúlans. Broytingar í vikuætlanini kunnu sjálvsagt koma fyri, tó verða tær boðaðar frá í seinasta lagi kl. 15. Heimaarbeiðið er ein týdningarmikil partur av frálærutilfarinum hjá skúlanum. Heimaarbeiðið er venjing av tí, sum næmingurin hevur lært frammanundan, tískil kemur næmingurin ikki at møta og læra nýtt tilfar heima.  

Morgunsangur

Hvønn morgun, áðrenn fyrsta undirvísingartíma, møtast vit í miðstovu til morgunsang. Vit syngja ein sang

Afturvendandi tiltøk

September/oktober:      Skúlarenning

Oktober:                              Evnisvika

Desember:                         Jólahald

Mars/apríl:                          Føstulávintshald

Mars:                                    Skúlaleikir                           

Mai/juni:                             Seturskúli

Juni:                                       Útferð

Juni:                                       Summarveitsla

Atferðarreglur

Uppmøting

Vit møta rættstundis, úthvíld og væl fyrireikað í skúla. Um næmingur ikki kemur í skúla, boða foreldur/verjar skúlanum frá sama morgun, sum næmingurin er burtur. Við longri afturvendandi fráveru kann læknaváttan verða kravd.

Fríkorter

Næmingarnir skulu vera á skúlans øki í skúlatíðini. Næmingarnir eru úti í fríkorterinum, um veðrið er til vildar. Alt spæl eigur at vera so, at tað ikki er nøkrum til ampa – bæði úti og inni. Lærarar hava umsjón við næmingunum í skúlatíðini.

Til og frá skúla

Næmingarnir eiga at vísa ansni í ferðsluni og at brúka endurskin.

Annað

Næmingarnir ganga ikki inni í útiskóm.

Næmingarnir skulu ikki hava lutir við sær í skúla, sum kunnu órógva undirvísingina, vera vandamiklir ella vera øðrum til ampa.

Fartelefon skal ikki nýtast í skúlanum. Fartelefon skal bert nýtast, um lærarin boðar frá á vikuætlanini.  

Øll eiga at fara væl um og taka upp eftir sær.

Happingarpolitikkur

Endamál

  • Miðað verður ímóti at lærarar, foreldur og næmingar:
  • miðvíst arbeiða við trivnaði
  • vita hvat happing er
  • eru samd um, at happing ikki verður told
  • saman arbeiða móti happing
  • vita, at vit øll mugu taka ábyrgd, tá ið happing fer fram og at øll samarbeiða um at fyribyrgja happing

Hvat er happing?

Happing er tá onkur, ímóti vilja sínum, ferð eftir ferð í eitt ávíst tíðarskeið, er offur fyri ágangi frá einum ella frá fleiri persónum.

Beinleiðis happing kann vera:

  • harðskapur, t.d. eitt skump, eitt slag eitt spark o.l.
  • gerðir saman við hóttanum og háðanum
  • óunnilig og særandi orð, t.d. munnliga, við sms-boðum ella við chatting
  • „útfrysting“ frá felagsskapi og bólkum

Óbeinleiðis happing kann vera:

  • gerðir uttan orð, m.a. herming og ljótt kropsmál
  • tilvitað látast ikki síggja persón til tess at særa
  • niðurgerandi umtala, ið verður søgd umaftur og umaftur í ávíst tíðarskeið Havast má eisini í huga at happing fer fram uttan fyri skúlans gátt og í frítíðini m.a. á alnetinum og við sms-boðum.

Hvussu fyribyrgir skúlin happing?

Vit arbeiða alsamt við trivnaði í øllum flokkum, so allir næmingar trívast og mennast og kenna seg virðismiklan í felgsskapinum. Hetta verður millum annað gjørt við:

  • góðum samskifti og samstarvi millum næmingar, lærarar og foreldur
  • afturvendandi tiltøkunum
  • næmingasamrøðum
  • floksfundum
  • trivnaðarátøkum
  • nøgdsemiskanningum
  • at geva næmingunum eina fatan av, hvar eins egna og markið hjá øðrum gongur
  • at arbeiða við at styrkja sjálvsálitið og sjálvvirðið
  • at menna samstarvsevnini hjá hvørjum einstøkum næmingi

Hvussu fyribyrgir heimið happing?

  • Heimið stuðlar undir trivnaði í skúlanum við
  • at læra barnið at síggja tað sum eina dygd at hjálpa við trivnaði og fyribyrgja happing
  • At læra barnið at siga frá, um tey síggja, at onkur ikki trívist ella verður happaður
  • Ikki at tosa neiligt um skúlan, lærarar, onnur børn ella onnur foreldur. Tað órógvar trivnaðin í skúlanum og tollyndi mótvegis hvørjum øðrum í flokkinum
  • At stuðla barninum í at spæla við nógv ymisk børn. Hetta styrkir barnið og minkar um vandan fyri, at summi fella uttanfyri
  • At hugsa um, um tað eru ávís børn í flokkinum, sum barnið ongantíð nevnir ella ongantíð spælir við
  • At eggja barninum til at verja tann, sum ikki megnar at verja seg sjálvan
  • At læra barnið at loysa ósemjur
  • At ansa eftir, at barnið tekur væl ímóti føðingardagsinnbjóðingum frá øllum. Hetta vísir virðing fyri føðingardagsbarninum
  • At tá barnið bjóðar í føðingardag, so minst til, at øll verða boðin við. Allur flokkurin ella allar gentur/allir dreingir
  • Møgulig avtala um føðingardagsgávu
  • At raðfesta samveru við hini foreldrini í flokkinum
  • At stuðla teimum lærarum, sum raðfesta tað sosiala umhvørvið í flokkinum

Hvat gera vit, tá næmingur verður happaður?

  • Flokslærarin tekur málið upp við flokstoymið, AKT-lærara, heimini og heilsufrøðing
  • Saman arbeiða tey um at steðga happingini og aftur fremja góðan trivna fyri øll í flokkinum.

Skúlaskifti

Móttøka av nýggjum næmingi

Tá næmingurin skal í Meginskúlan

AKT lærararnir skipa fyri tiltøkum fyri at gera skiftið millum barnaskúlarnar og Meginskúlan so liðiligt sum gjørligt. Tá skiftið nærkast, skipar AKT lærarin fyri skúlavitjanum. Allir 5. flokkarnir í oynni skulu í hesum tíðarskeiði vitja skúlarnar hjá hvørjum øðrum, har næmingarnir spæla, práta og læra hvønn annan at kenna. Tann eina vitjanin er í Meginskúlanum, har næmingarnir síggja skúlan, arbeiða í køkinum og koyra heimaftur við bussinum fyri at læra buss-skipanina.

Sorgarætlan

Hjúnaskilnaður / skilnaður

Tá ið skúlin er kunnaður um, at tað eru avbjóðingar í familjuni, spyr tann kunnaði, um tað er í lagi, at siga tað við starvsfólk, sum eru um barnið. Um avtala er við foreldrini um at siga øðrum starvsfólkum frá, so verður hetta gjørt. Avtala verður eisini við foreldrini, um flokkurin skal kunnast um hetta.

Missur hjá einstaka næminginum

Við deyða hjá foreldrum og systkjum

  • Flokslærarin kunnar leiðsluna og lærarar / starvsfólk um tilburðin
  • Flaggið verður vundið á hálva stong
  • Flokslærarin kunnar flokkin um tilburðin og tosar um andlátið
  • Til morgunsangin verður sagt eitt sindur um tað, sum hent er
  • Hóskandi sangur verður sungin t.d. Gud ger meg til eitt lítið ljós. Faðir vár verður lisið
  • Um systkin eru í øðrum flokkum, verður sama mannagongd fylgd í øllum avvarðandi flokkum
  • Greiða næmingunum frá, at sinnalagið hjá floksfelagnum, sum hevur mist og ber sorg, kann broytast
  • Vera um næmingin ta fyrstu tíðina aftaná
  • Flokslærarin/toymið fer at vitja. Hava okkurt við til familjuna (t.d. kort, blómur, kaku)

Tá foreldur/systkin verða rakt av álvarsligari sjúku ella vanlukku við møguligum deyða sum fylgju

  • Flokslærarin/toymið tosar við næmingin/avvarðandi og kunnar seg um støðuna
  • Í samráð við heimið kunnar flokslærarin/toymið flokkin um støðuna
  • Greiða næmingunum frá, at barnið, sum hevur sjúk foreldur, ber sorg, og tí kann hava skiftandi sinnalag/atburð
  • Hevur næmingurin onnur systkin í skúlanum, tosa starvsfólkini, ið eru um barnið, saman um støðuna
  • Kunna næmingarnar um sjúkuna
  • Flokslærarin kann kunna seg hjá bókavørðinum um tilfar
  • Flokkurin kann senda krans, blómur ella annað, sum næmingarnir sjálvir gjalda.
  • Skúlin sendir krans

Tíðin eftir deyðan

  • Tíðin eftir deyðafallið kennist tung og krevjandi fyri tey avvarandi.
  • Stutt sagt: Lívið steðgar upp.
  • Sorgin er ikki av eftir jarðarferðina, heldur tvørturímóti
  • Tíðin er døpur og orkukrevjandi hjá teimum avvarandi. Hetta sæst aftur hjá næminginum m.a. við einsemi og manglandi motivatión
  • Umráðandi er, at næmingarnir í flokkinum eru kunnaðir um truplu støðuna hjá floksfelaganum
  • Aftaná eina tíð eigur flokslærarin / toymið saman við heilsusystrini at meta um tørvin hjá barninum.
  • (skal barnið hava sakkøna hjálp?)

Tá næmingur er leingi burtur vegna sjúku ella annað

  • Eggja børnunum í samráð við avvarandi foreldrum at vitja sjúka barnið
  • Flokslærarin boðar leiðsluni frá. Leiðslan kunnar lærararnar/starvsfólkini um støðuna
  • Flokslærarin/toymið kunnar flokkin
  • Flokslærarin skipar fyri tiltøkum: vitjanum – brøv / tekningar

Sjúka við deyða sum fylgju hjá næmingi

  • Flokslærarin boðar leiðsluni frá, leiðslan kunnar lærarar / starvsfólkini um støðuna
  • Flokslærarin/leiðsla kunnar flokkin
  • Eitt ljós verður tendrað við borðið hjá deyða næminginum
  • Flokslærarin saman við foreldrunum skipar fyri, at børnini fara at fylgja og vísa samkenslu við blómum, sangi ella/og tekningum
  • Leiðslan kunnar til morgunsang næmingarnar um deyðafallið
  • Flaggið verður vundið á hálva stong.

Doyr næmingur brádliga

  • Leiðslan / flokslærarin setur seg í samband við heimið fyri nágreiniliga at fáa at vita, hvat er hent, og hvussu støðan er
  • Leiðslan / flokslærarin kunnar flokkin og lærararnar / starvsfólkini
  • Morgunin eftir ella so skjótt til ber, kunnar leiðslan allar næmingarnar um hendingina og greiðir somuleiðis frá, hví flaggað verður vundið á hálva stong
  • Til morgunsangin verður sungið hóskandi sangur, t.d. Gud ger meg til eitt lítið ljós. Faðir vár verður lisið
  • Umráðandi er, at næmingarnir í flokkinum fáa høvi at tosa um hendingina; tí er neyðugt, at flokslærarin er saman við næmingunum tann dagin, fyri betur á henda hátt at kunna práta, spyrja og vísa kenslur. Møguliga verður ein søga lisin
  • Lærarin saman við foreldrunum skipar fyri, at børnini fara at fylgja og vísa samkenslu við blómum, sangi ella/og tekningum
  • Næmingarnir gera eina minningarbók um næmingin, sum heimið fær • Eitt ljós verður tendrað við borðið hjá deyða næminginum
  • Vitja á grøvini.

Missur hjá lærara/starvsfólki

Tá lærari/starvsfólk gerst álvarsliga sjúkt

  • Leiðslan setir seg í samband við viðkomandi
  • Leiðslan kunnar lærararnar/starvsfólkini um støðuna, og hvussu víðari verður farið fram
  • Leiðslan saman við trivnaðarbólkinum tosa saman um, hvussu starvsfólkini kunnu stuðla

Tá lærari/starvsfólk doyr

  • Leiðslan setir seg í samband við familjuna
  • Leiðslan kunnar lærararnar / starvsfólki
  • Flaggið verður vundið á hálva stong
  • Morgunsangurin verður skipaður sum eitt stutt minningarhald
  • Skúlin sendir krans
  • Skúlin er stongdur til jarðarferðina. Flaggið verður vundið á hálva stong
  • Bjóða seg fram at hjálpa

Tá avvarandi hjá lærara/starvsfólki gerast álvarsliga sjúk

  • Leiðslan setir seg í samband við viðkomandi starvsfólk
  • Leiðslan kunnar lærararnar / starvsfólkini um støðuna, og hvussu víðari verður farið fram
  • Leiðslan saman við starvsfólkinum tosa saman um, hvussu starvsfólkini kunnu stuðla

Tá avvarandi hjá lærara/starvsfólki doyr

  • Leiðslan setir seg í samband við familjuna
  • Leiðslan kunnar lærarar
  • Flaggið verður vundið á hálva stong
  • Skúlin sendir krans
  • Skúlin er stongdur til jarðarferðina.
  • Flaggið verður vundið á hálva stong

Kontaktupplýsingar

Leiðsla

Kárun Kjærbo                                                   karun.kjaerbo@skulin.fo , tlf 217696

Lærarar

Kárun Kjærbo                                                   karun.kjaerbo@skulin.fo

Mary-Ann Anthoniussen                                   ms0709g2@skulin.fo , 507859

Gerhard Páll Lognberg                                       gerhard.p.lognberg@skulin.fo , 256228

Kathrina Joensen                                              kathrina.joensen@skulin.fo , 211345

Námsfrøðingar og stuðlar

Sólbjørg Thomsen                                                            solbjorg.thomsen@skulin.fo , 277395

Førleikastova

Poula Hentze, leiðari og orðblindalærari, tlf.: 226658

Sólrun Hendriksdóttir Sørensen, støddfrøðivegleiðari, tlf.: 278589

Laurina Niclasen, serlærari, tlf.: 216690

Elin Højsted, lesivegleiðari, tlf.: 223404

Anna Johnleyg Hentze, AKT-lærari, tlf.: 256239

Heilsufrøðingur

Óluva Gunnarsdóttir,Heilsufrøðingur,telefon: 562305

 

Skúlastýrið

Randi F. Hentze, forkvinna, tlf.: 561007, hentze3112@gmail.com

Hallur H. Winther, næstformaður, tlf.: 214157, gunnhild_a94@hotmail.com

Eivind Kolden, foreldraumboð, tlf.: 221918, kristeiv@hotmail.com

Gerhard Lognberg, kommunuumboð, tlf.: 221228, skopunkom@gmail.com

Marjun S. Debes, kommunuumboð, tlf.: 504373, marjun.s.j@gmail.com

Mary-Ann Anthoniussen, skúlaumboð, tlf.: 507859, ma0709g2@skulin.fo

Kárun Kjærbo, skrivari, tlf.: 217696,          karun.kjaerbo@skulin.fo

Kitty Mohr Winther, tiltakslimur, tlf.: 225687, kittymohr@live.dk

Eliesar J. S. Torbjørnson Jacobsen, tiltakslimur, tlf.: 289381, bej1981@gmail.com