Nøkur orð um skúlaskap í Føroyum og okkara skúla:
“Skúlan á Herðuni”

Forfedrar okkara hildu nógv um lærdóm og upplýsing . “Blindur er bókleysur maður” varð tikið til. Hetta orðatak lýsir teirra hugsan, men tey høvdu ikki so høgligan veg til lærdóm og upplýsing, sum vit hava nú á døgum.

Fyrsti næmingur vit hoyra um í søguni er pilturin Sigmundur Leifsson, sum verður sendur norður til Gøtu til tann lærda og gløgga Gøtu Trónd at læra. Har baksast Tróndur við at læra lítla Sigmund nógv ymiskt. Hansara skúlaskapur líktist tó lítið skúlaskapinum nú á døgum. Eitt sindur av kristni lærdi hann, men Tóra móðir hansara fýltist á kunnleika hansara í hesi lærugrein. Løgfrøði harafturímóti lærdi Tróndur hann út í æsir, tí lítli Sigmundur skuldi kenna lógirnar, tá træta var um rætt og órætt. At lesa og skriva rúnir man hann eisini hava lært.

Fyrsti rættiligi skúlin í Føroyum var prestaskúlin í Kirkjubø, sum varð settur á stovn í 12. øld. Í hesum skúla vórðu ungir føroyingar lærdir til prest í katólsku tíðini. Her gekk Sverri Sjúrðason, og her tók hann prógv í gudfrøði, áðrenn hann fór yvir til Noregs og gjørdist kongur ein hin frægi.

Hesin prestaskúlin stóð í øldir, men tá ið trúbótin kom til Føroyar í 1540, varð hann niðurlagdur, og hann varð niðurlagdur við alla. Teir prestar, sum nú prædikaðu í kirkjunum, fingu lærdóm sín uttan fyri Føroyar.

Føroyingar, ið nú ætlaðu sær at gerast prestar, noyddust fyri tað mesta at fara til Keypmannahavnar at lesa á lærda háskúlanum har. Fyri at stytta teimum um lestrartíðina varð latínskúli settur á stovn í Havn, har teir og aðrir, ið ætlaðu at taka lært prógv, kundu ganga ta fyrstu tíðina av lestrinum. Hetta man hava verið stutt eftir trúbótina.

Havnarprestur var í fyrstani einasti lærari í latínskúlanum. Skúli varð bygdur úti á Reyni. Havnarprestur hugsaði tó eisini um havnarbørnini, ið ongan skúla fingu, og í 1632 fekk hann tí skúla settan á stovn til teirra. Henda skúlan nevndu fólk “Danska skúla”. Fyrst fekk hann høli í latínskúlanum, seinni fekk hann egin høli. Tað vóru ikki allir næmingarnir, sum gingu í latínskúlanum, sum fóru burtur at lesa. Summir teirra fóru heim aftur í heimbygdina, har teir lærdu frá sær.

Tað var so sjálvsagt, at foreldur vildi hava børn síni at læra nakað: læra at lesa, at skriva, læra at rokna og mangt annað. Tey vistu, at lærdómur skuldi til, um børn teirra skuldi koma nakað fram. Tey kendu frá sær sjálvum, hvussu tað tarnaði, tá ið lærdómurin treyt. Lærarar vóru tó eingir, skúlar vóru eingir, og tí lá ikki so væl fyri at geva børnunum tann lærdóm, tey so fegin vildu geva teimum. Foreldrini ella onkur annar, sum frægari var fyri á økinum enn tey, royndu, og ofta gekk væl, men mest var tað kristni, ið lært varð: bíbilsøga, lærubók ( katekismus ) og sálmar. Hetta mettu tey vera hitt fremsta og størsta, um tað skuldi gangast børnum teirra væl í lívinum. Tað var eisini neyðugt at duga kristni fyri at verða konfirmeraður. At verða rikin frá – ikki at fáa prestsins hond á høvdið – var ein vanærulig skomm, og tað hendi ikki so sjáldan. So kristni varð lært væl og virðiliga. Tað løgdu útlendingar, sum komu henda vegin, væl til merkis. 

Tað var Sandoyggin, sum legði fyri við skipanum skúlaskapi. Í Todnesi sat harra Klæmint prestur fyrst í 18. øld. Hann fekk ein mann at ferðast um oynna at halda skúla. Hetta var fyrsta royndin. Hvat børnini fingu burtur úr hesi skúlagongd, er ikki gott at siga. Læraranum sjálvum gagnaðist hon lítið. Sagt verður, at tá hann kom nakað upp í árini, doyði hann í svarta hungri.

Næsta staðið, ið tekur sær um reiggj, er Suðuroyggin. Tað hendi í 1812. Tá kom ein íslendskur studentur, Tórður Tórsteinsson, til Suðuroynna og gjørdist ferðalærari, og nú gekk betur. Eftirmaður hansara Óli Jespersen, vanliga nevndur Óli skúlahaldari, tók við har hin slepti, og suðuroyingar høvdu einki uttan gott at bera hesum monnum.

Væleydnaða skúlaroyndin í Suðuroynni spurdist víða um landið. Í hvussu er og ikki , so varð hetta skúlaslagið tikið upp oyggj úr oyggj. Sjálvt eitt so fjarlagið stað sum Fugloyggin fekk sín ferðalærara – Zacharias Mikkelsen – í 1834. Hetta er árið eftir, at grundarsteinurin varð lagdur í niðursetubygdini Skopun.

Hesir lærarar vóru fyri tað mesta ólærdir menn. Teir fingu eina hylling á lærugreinunum hjá presti, og summir teirra høvdu eisini tikið eina lítla roynd hjá presti, ið so hevði givið teimum prógv til lærarastarvið. 

Eitt undantak er Jóhannes Petersen í Saltnesi. Hann hevði tikið læraraprógv í Danmark, og í 1840 fór hann at virka sum lærari í bygdunum við Skálafjørðin.

Nú fóru flest allar bygdir so dánt at vera hjálptar við lærarum, men so kom næsta vandamálið, og tað vóru skúlabygningarnir. Hetta lagið – at læna eina stovu ella eitt kamar at halda skúla í – fór ikki at bera til sum frá leið.

Fyrsta bygdin, ið tekur sær um reiggj í hesum máli, er Miðvágur. Har verður skúli bygdur í 1830, síðan koma nólsoyingar í 1837, og í Saltnesi kom skúli í 1844. Enn skuldi ganga eini 30 – 40 ár, áðrenn rættilig gongd kom á skúlabyggingina. Men tá høvdu flest allar tær størru bygdirnar fingið skúlabygningar. Skopun, sum vit vita í 1884. – Húsini har Dania og Bergur Thomsen nú búgva – .

Húsini har Skopunar skúli byrjaði í 1884

Eitt vóru bygningarnir. Eitt annað vandamál var skúlaskyldan. Higartil hevði skúlahaldið verið í hondunum á foreldrunum, á bygdarfólkinum, og har hevði eingin tvingsil verið. Men nú fara teir, ið valdið høvdu í landinum, at nema við skúlamálið. Teir taka skúlan úr hondunum á foreldrunum og skipa hann eftir sínum tykki. Hetta var illa dámt, og summa staðni frá komu mótmælisskriv. Ja, í nøkrum bygdum var skúlin niðurlagdur.

Skúlaskapurin tóktist at vera komin í eina fløkju, sum eingin kundi greiða. Fólk mótmæltu ikki bara skúlaskyldini, men eisini at tey nú fingu ein danskan almúguskúla – t.v.s. at málið, ið nýtt skuldi vera, fór at vera danskt. Og innihaldið í skúlanum fór at vera um donsk viðurskifti, danskar býir og lívið í donskum firðum og skógum.

So varð kallað saman til fundar. Bygdafólkið valdu sínar álitismenn. Á fundinum vóru nakrir lærarar, nakrir prestar – amtmaðurin var helst eisini hjástaddur. Hesin fundur var í mars mánaði 1849. Hvussu gekk og ikki: fimm ár seinni 1. mars 1854, kom lóg, ið ásetti skúlaskyldu fyri hvørt barn, ið hevði fylt sjey ár. Soleiðis endaði henda trætan. Skipan okkara gjørdist nakað tað sama sum í grannalondunum. 

Nú skúlin var komin í fasta legu, kom brátt til sjóndar, at stórur tørvur var á fólki við læraraprógvi, sum kundu virka í hesum mongu skúlunum. Hugsað varð tí um at fáa stovnað ein føroyskan læraraskúla. Hetta hendi í 1870, tá varð Føroya Læraraskúli stovnaður. Og sum frá leið eydnaðist tað at fáa fólk við læraraprógvi til flest allar skúlar í Føroyum.

Skopun fekk rættiliga tíðliga lærdan lærara, væl áðrenn skúlin varð bygdur í 1884. Tað var Andreas Christian Joensen av Sandi – millum manna nevndur Kristian í Búðini. Hann hevði konu úr Skopun: Marianna f. Poulsen. Kristian tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1872, og var eftir próvtøkuna ferðalærari á Sandi og í Skopun. Seinni varð skilt sundur bygdanna millum, og hann gjørdist lærari á Sandi burturav. Kristian í Búðini var formaður í sóknarstýrinum fyri Sandoynna í mong ár. Tað hevur helst hjálpt til, at skúli varð bygdur.

Aftan á Kristian í Búðini kom Michael Jacobsen ættaður úr Vági at vera lærari. Hann tók læraraprógv í 1899 og var lærari í Skálavík nakrar mánaðir. Í Skopun var hann lærari frá 1900 – 1907. Abbi mín Zacharias Joensen – Zacharias hjá Ludda – f. 1888 gekk í tí fyrsta skúlanum. Hann plagdi at siga frá ymiskum hendingum frá sínari skúlatíð í tí lítla skúlanum, har neytini og serliga tarvurin av og á plagdi at hyggja inn gjøgnum vindeyguni. Ein hending var, tá Kristian í Búðini lærdi hann at skriva f og sá úrslitið: “Á dú, tað eru eini fín f-ir gudsonurin skrivar. Tey síggja út sum royttir lomvigar”. Teir vóru eingir vinir báðir. Námsfrøðin var nokk ikki tann sama sum nú á døgum, men at lesa, skriva og rokna lærdu flestu børnini. Abbin plagdi at lesa við mær og beiggja mínum. Hann dugdi væl at lesa og skriva føroyskt, eisini var hann stinnur í rokning, men tabellina segði hann á donskum – tað undraði meg, men hon hevur óivað sett seg rimmarfast. Johan læraran metti hann sum ein strangan, men góðan lærara.

Síðan komu Sanna Winter Poulsen, Jóhan Hendrik Poulsen (Dikkurin), Niels Winther Poulsen, Bjarni Holm, Eyðun Samuelsen, Sjúrður Poulsen, Jógvan A. Johannesen, Poul Johannes Johannesen, Sigurd Bærentsen, Kathrina Joensen, Poula Hentze, Ingun Simonsen, Símun av Skarði, Fríðbjørg Olsen, Kárun Kjærbo, Sára Mary-Ann J. Anthoniussen, og ein mongd av vikarum. Nógvir sera dugnaligir: Anna Mørkøre – Anna hjá Kristini – av Sandi og Petur Poulsen úr Búri vóru tveir teirra.

Gamli skúlin varð seldur, og nýggjur skúli við lærarabústaði varð bygdur á Skúlavegnum. Eg minnist Niels W. Poulsen og Kristionnu, Sjúrða Poulsen og Oliviu og Jógvan A. Johannesen búgva har.

 Skúlin kom so niðan á Herðuna, har er hann enn. Skúlin á Herðuni hevur verið bygdur út í stigum – sigast kann eftir tørvi: Fyrst stovan har “Bókasavn” er nú, síðan stovan har “Handaverk og list er nú”, stovan í kjallaranum har “Heilsufrøðingurin” heldur til – har fór eg og mong við mær í fyrsta flokk – og í áttati árunum stovan har “Køkur og Matarhøll” er nú. Seinasta stóra útbyggingin var liðug í oktobur 2016. Skúlin á Herðuni er nú ein nýmótans skúli við nógvum hentleikum – stórur og rúmligur – við góðum møguleikum fyri eini mongd av virksemi. Ein skúli, sum vit kunnu gleðast um og vera errin av. Skopunar kommuna og skúlastýrið hava seinastu árini verið sera væl viljað ímóti skúlanum.

“Tað ungur nemur, gamal fremur,” sigur orðatakið. Á Herðuni hava vit øll gingið okkara fyrstu skúlaár. Vit eru øll ymisk, hava ymisk minnir. Summi duga eitt, onnur duga annað. Øll eru vit tó líka góð, sum Steintór Rasmussen sigur í sanginum.

Ein bygd við ongum skúla er ein fátæk bygd. Lat so landspolitikkarar og onnur tosa um at leggja skúlar saman – at leggja alt møguligt saman. Tey hugsa mest um sparingar og um at stýra. Tað er kanska ikki so løgið, hóast ov nógv stýring sjáldan hevur ført nakað gott við sær. Nei, lat okkum framhaldandi menna skúlan og hava smábørnini í heimbygdini. 

Eg fari at enda við yrkingini hjá Steinbjørn B. Jacobsen, sum landstýriskonan Rigmor Dam tók fram við hátíðarhaldið, tá skúlin á Herðuni varð vígdur av Føroya biskupi, Jógvan Fríðriksson.

 Yrkingin eitur “Vøkstur” og er soljóðandi:

 

Alt upplivað og lisið
Livir og veksur
skjýtur nýggjar nálir
Og skúlin er
og eigur at vera
eitt satt vakstrarhús.

Vøkstur av Steinbjørn B. Jacobsen


Skopun, veturin 2021 – Kathrina Joensen.

Keldur: “Føroya søga” hjá Petur Martin Rasmussen og Hanus A. Samuelsen, “Lærarabókin” og ymisk fólk, sum eg havi talað við.