Førleikastovan

Førleikastovan í Sandoynni
Skálavíkar skúli, Sands skúli, Skopunar skúli og Sandoyar Meginskúli samstarva um eina felags førleikastovu fyri oynna. Førleikastovan virkar eftir kunngerðini um førleikastovur, ið varð sett í gildi 1.august í 2019.
Uppgávan er:

at samskipa og gagnnýta servitanina, og harvið menna eitt gott læruumhvørvi við góðum námsfrøðiligum amboðum og mannagongdum

at vegleiða og ráðgeva lærarum í fakligum, námsfrøðiligum og sernámsfrøðiligum spurningum

Førleikastovan samskipar námsfrøðiligu og sernámsfrøðiligu førleikarnar og átøkini í skúlunum. Eisini er førleikastovan við til at menna læruumhvørvið og menningarumhvørvið í skúlunum og miða verður eftir, at næmingarnir fáa neyðuga hjálp so tíðliga sum gjørligt.
Málið er at skúlaumhvørvið er næmingalagað og innkluderandi har allir næmingar fáa møguleika at mennast og læra, og fáa høvi at vera virknir í felagsskapinum.
Tey, ið manna førleikastovuna, eru:

  • Sólrun Hendriksdóttir Sørensen, leiðari og støddfrøðivegleiðari
  • Laurinu Niclasen, serlærari
  • Elin Højsted, lesivegleiðari
  • Poula Hentze, orðblindalærari
  • Anna Johnleyg Hentze, AKT-lærari
  • Fríðgerð í Soylu Selfoss, AKT-lærari

Onnur starvsfólk skúlans eru knýtt at førleikastovuni í mun til ávísu málini, ið arbeitt verður við og tørvin hjá einstaka næminginum og/ella flokkinum.