Myndir

Skúlaárið 2023/2024


Skúlaárið 2022/2023


Skúlaárið 2021/2022

« aftur

Evnisvika 2021
Sum fuglarnir byggja bergið

I ár var evnisvikan um fuglar.
Triði, fjórði og fimti flokkur í Skopunar skúla málaðu ein flottan málning av einum bergi við nógvum fuglalívi í saman við Poul Hentze.
Málningurin kemur at prýða skúlan nógv ár framyvir.

Eisini evnaðu næmingarnir fuglar úr pappmasje.
Hiplingurin, drunnhvítin, lundin, skarvurin, havhesturin, teistin, álkan, skrápurin, ritan, lomvigin og síðst, men ikki minst súlan hanga nú so vakrir undan loftinum í Skopunar skúla.

Fyrsti og annar flokkur gjørdi m.a. skriviundirløg við songinum Másin sigur pli pli pli.

Eisini gjørdu tey eina bandupptøku við ljóðunum av teimum sjófuglunum, ið vit hava arbeitt við. Hetta arbeiðið bindur sloyfu um verkið, og málningurin, fuglarnir og ljóðið gerst ein vøkur heild.

Skúlaárið 2020/2021

Farspor
Skopunar skúli

Vit brúka farspor.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.

Neyðug

Neyðug farspor hjálpa til við at gera nýtsluna av heimasíðuni møguliga, so sum at ferðast runt á síðuni og at fáa atgongd til trygg øki á heimasíðuni.

Heimasíðan virkar ikki til fulnar uttan neyðug farspor.

Betra um brúkaraupplivingina

Neyðugt um eitt nú video frá youtube skula virka optimalt