1. Tú, sum gavst ljós milliónum av stjørnum,
    gev tú í myrkrinum glógvandi trú.
    Tú ert várt ljós, og tú varðar og verjir
    Okkum, so trygt vit til ró leggjast nú.
  2. Takk fyri hallandi dagin hin ljósa,
    Gávu, tú okkum í favn hevur lagt.
    Fyrigev okkum alt, vit ikki náddu,
    Og alt tað ónda, sum gjørt var og sagt.
  3. Takk fyri gleði, sum fylti várt hjarta,
    Hvørja ferð lívið tú gjørdi til fest.
    Pínu og byrðar at bera tú hjálpti,
    Tú eina veitst, hvat oss tæna best.
  1. Takk fyri tey, sum so væl mundu styðja
    Okkum, tá leiðin var torfør at gá.
    Mótfalnum lat tú í morgin oss hjálpa,
    Veikum og smáum tá finn tú oss hjá!
  1. Tú, sum gav ljós milliónum av stjørnum,
    Veraldar myrkur tú herja manst á.
    Tú ert tann faðir, sum varðar og verjir,
    Ljós í tí myrkri, sum oss kemur frá.

Morgunsangur

Orð: Johannes Johansen / Erik Sommer

Farspor
Skopunar skúli

Vit brúka farspor.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.

Neyðug

Neyðug farspor hjálpa til við at gera nýtsluna av heimasíðuni møguliga, so sum at ferðast runt á síðuni og at fáa atgongd til trygg øki á heimasíðuni.

Heimasíðan virkar ikki til fulnar uttan neyðug farspor.

Betra um brúkaraupplivingina

Neyðugt um eitt nú video frá youtube skula virka optimalt