Handan høga fjallið búgva børn ið líkjast mær Á myndini ein skúli, og eg kundi gingið har Ein genta og ein drongur eru komin til ein brunn Hon drekkur vatn í sólini og smílist glað og sunn Tað kundi verið eg, tað kundi verið tú Eg siti her í Føroyum, og eg hugsi um teg nú
Handan gráu høvini leikar í ein ódn Trøini tey skelva og eg síggi bangin børn Raka kann ein vanlukka eitt mannalív so dýrt Ein flóðalda kann skola allar vakrar dreymar burt Tað kundi verið eg, tað kundi verið tú Eg siti her í Føroyum, og eg hugsi um teg nú
Handan grønu skógina er jørðin sviðin av Dagurin er vónleysur hann onga mettu gav Eg veit at læknar fara út, bjargað verða mong Og góðir samarittar bera mat til veik og svong Tað kundi verið eg, tað kundi verið tú Eg siti her í Føroyum, og eg hugsi um teg nú
Handan myrku skýggini ein sól sum skínur bjørt Kanska eg kann hjálpa, og eg fái okkurt gjørt Gævi at mítt hjarta altíð føla vil við tær Tað kundi verið eg, sum í tíni støðu var Tað kundi verið eg, tað kundi verið tú Eg siti her í Føroyum, og eg hugsi um teg nú