Morgunsangur

  1. Minst til at biðja Faðirvár,
    minst til at signa teg;
    tá sendir Harrin eingil sín
    at hjálpa tær á veg.
  1. Og Harrans góðska fylgir tær,
    ið hvar tín fótur fer,
    og eingilin við tína lið
    tær altíð góður er.
  1. Á songarstokki situr hann
    og signar svøvnin tín;
    hann gevur tær ein ljósan dreym
    og leiku fríð og fín.
  1. Og grætur tú, hann kínir tær
    og turkar tíni tár –
    tí skalt tú altíð signa teg
    og biðja Faðirvár.

Orð: H.A. Djurhuus