:/: Másin sigur: „Pli, pli, pli!“ Ternan sigur: „Kri, kri, kri!“ :/: Lundin sigur: „Á, á, á!“ Krákan sigur: „krá, krá, krá!“ Lambið sigur: „Mæ, mæ, mæ!“ Stuttligt er at hoyra tað. Vakrast er, tá smábørn syngja, og tá kirkjuklokkur ringja.
:/: Dunnan sigur: „Kvagg, kvagg, kvagg!“ Dunnan er eitt gamalt sjagg. :/: Hønan har við fjósins vegg sigur „skrukk“ og verpur egg. Haran sigur ikki stórt, summardáin eiðasørt. – Grøs og allar urtir tiga, gleða seg, men einki siga
:/: Lítli mín, hvat sigur tú, fegin vil eg vita nú; :/: veit eg, meir enn djóramál býr í tíni ungu sál, eygu tíni siga frá, at tú meir enn djórið sá. Svarar lítil piltur glaður: „Eg vil verða rættur maður.“