Lat teg væl í, tak sletuna við – ja! Skjótt fara vit omaneftir á glið. Halt fast – tí tað rýkur so illa tá, í mær – annars liggja vit eftirá! Brekkan er brøtt, og sletan gongur skjótt, hon flýgur sum ein rakett.
Eru øll her, sum starturin er? – Ja! Nú ræður um at fáa sær ferð. Halt fast – tí tað rýkur so illa tá, í mær – annars liggja vit eftirá! Brekkan er brøtt, og sletan gongur skjótt, hon flýgur sum ein rakett.
Jarðrokk og blues, kitlandi brús, bert kuldakrákur fara til hús. Halt fast – tí tað rýkur so illa tá, í mær – annars liggja vit eftirá! Brekkan er brøtt, og sletan gongur skjótt, hon flýgur sum ein rakett.
Koma á mál við róp og skrál – ja! Klárt nummar eitt, henda sletan er hál. Halt fast – tí tað rýkur so illa tá, í mær – annars liggja vit eftirá! Brekkan er brøtt, og sletan gongur skjótt, hon flýgur sum ein rakett.
Onkur datt av. Vit rendu útav og eftir høvdinum øll undir kav. Halt fast – tí tað rýkur so illa tá, í mær – annars liggja vit eftirá! Brekkan er brøtt, og sletan gongur skjótt, hon flýgur sum ein rakett.