1. Koyr okkurt í mína hosu
    góði jólamaðurin.
    Tá ið eg liggi og sovi,
    Eg droymi, at tú kemur inn.
  2. Góði tú má ei gloyma,
    hosan hongur her hjá mær,
    beiggi mín ætlar at royna,
    at vita um hann eisini fær.

Jólamenn vit geva bert,
um tit eru góð,
mammu tit skulu akta væl
og vera so glað og fró og góð

  1. Gev okkum okkurt smáting
    góði jólamaðurin
    við øllum klokkum tá ring,
    so at tú tá sleppur inn.

Jólamenn vit geva bert,
um tit eru góð,
mammu tit skulu akta væl
og vera so glað og fró og góð

  1. Hoyr góði jólamaðurin
    hví hevur tú so stórt hvítt skegg
    í reyðum klæðum glaður
    og góðum børnum gevur nógv.
  1. Gloym ikki lítla bróður
    hann svevur inni her hjá mær,
    lítil hann er og góður
    lítla hosu her tú sær.

Jólamenn vit geva bert,
um tit eru góð,
mammu tit skulu akta væl
og vera so glað og fró og góð

Morgunsangur

Farspor
Skopunar skúli

Vit brúka farspor.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.

Neyðug

Neyðug farspor hjálpa til við at gera nýtsluna av heimasíðuni møguliga, so sum at ferðast runt á síðuni og at fáa atgongd til trygg øki á heimasíðuni.

Heimasíðan virkar ikki til fulnar uttan neyðug farspor.

Betra um brúkaraupplivingina

Neyðugt um eitt nú video frá youtube skula virka optimalt