1. Eitt barn er føtt í Betlehem,
    tí gleðir seg Jerusalem.
    Halleluja, halleluja!
  2. Ein fátæk kona mamma er,
    hon lítið barn í fangi ber.
    Halleluja, halleluja!
  3. Tann kona var av Dávids rót,
    og barnið er vár sálarbót.
    Halleluja, halleluja!
  4. Í sveipi har tann Drottur lá,
    Guðs eyga honum hvíldi á.
    Halleluja, halleluja!
  1. Tó høllin ei var stór og von,
    hon goymdi himins kongason.
    Halleluja, halleluja!
  2. Og máttur hans so víða røkk,
    hvørt trælaband tá sundur støkk.
    Halleluja, halleluja!
  3. Av hjarta syngja vit nú glað.
    Guðs dýrd vit síggja jóladag.
    Halleluja, halleluja!
  1. Við songinum vit byggja brú
    frá jørðini at himnabú.
    Halleluja, halleluja!
  2. So ganga vit við Harrans lið,
    og jólagleðin heldur við.
    Halleluja, halleluja!
  3. Vár Jesus! Nú og alla tíð
    tær veri lov for jól so blíð.
    Halleluja, halleluja!

Morgunsangur

Grundtvig 1810. J. Dahl 1912.
Lag: Sl. 68 a og b.

Farspor
Skopunar skúli

Vit brúka farspor.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.

Neyðug

Neyðug farspor hjálpa til við at gera nýtsluna av heimasíðuni møguliga, so sum at ferðast runt á síðuni og at fáa atgongd til trygg øki á heimasíðuni.

Heimasíðan virkar ikki til fulnar uttan neyðug farspor.

Betra um brúkaraupplivingina

Neyðugt um eitt nú video frá youtube skula virka optimalt