1. Nú liggur ein kavafonn tindi á,
    og gler er áum og tjørnum,
    og stormurin leikar um fjøllini há;
    nú er einki veður hjá børnum.
  2. Nú dagur er stuttur, og nátt er long,
    og glerpípur hanga úr taki,
    og títtlingur høvur sítt undir vong
    nú stingur hálvdeyður í raki.
  3. Nú sita smábørn í stovu still
    og lurta so væl eftir søgum
    um menn so góðar og trøll so ill,
    sum livdu í avgomlum døgum.
  4. Vit hoyra um Øskudólg, dreingin tann,
    sum kongsdóttur vann sær til brúður,
    um Krákudóttur, sum fekk ein mann,
    ið var sær ein kongssonur prúður.
  1. Og vit hoyra sagnir úr fornu tíð,
    um Trónd og um Sigmund hin reysta,
    um bardagar miklar og harðligt stríð,um vápnaleikin hin mesta.
  2. Tær søgur, tær søgur, tær ljóða væl,
    tær leggja vit okkum í minni,
    tær læra vit fegin í hópatal
    á kvøldi í stovuni inni.
  3. Men uppaftur sólin vil ljóma á fjøll
    á fagrasta hásummarsdegi,
    og blómubros leikar um víðan vøll;
    – tá fáa vit almikla gleði.

Morgunsangur

Orð: Símun av Skarði.

Farspor
Skopunar skúli

Vit brúka farspor.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.

Neyðug

Neyðug farspor hjálpa til við at gera nýtsluna av heimasíðuni møguliga, so sum at ferðast runt á síðuni og at fáa atgongd til trygg øki á heimasíðuni.

Heimasíðan virkar ikki til fulnar uttan neyðug farspor.

Betra um brúkaraupplivingina

Neyðugt um eitt nú video frá youtube skula virka optimalt