Í Gøtu ein dag har hendi eitt undur, ei fyrr var tað sæð: Tað skramblar sum heglingsæl – luftin var klár – tað ýlir av stormi – tó ei rørdist hár, og klettarnir spreingjast, sum snarljós teir traff. :,: Øll Gøta var paff. :,:
Ei undur var í; Í Tróndargjógv undir borðoyarlíð lá Tróndur og rembdist, hann spenti so fast, at Trøllkonufingur í liðinum brast, tó, hvat gjørdi Tróndur, tá mátturin sveik? Hann gandaði Geyta, í grøvini lá, :,: so Geyti stóð hjá. :,:
Teir heilsaðust so. Hoyr olmussudýrið, mær tørvar eitt boð. Eg svav her so leingi, eg sigi tær satt, eg veit ikki, hvussu í Føroyum er statt. Tað gekk ein tíð, aftur í Borðoyarlíð.
Og alt letur skatt, og mjøður er bannaður – jú, tað er satt. Tað mesta av jørðini fór undir kong. “ – Tá suffaði Tróndur: “So aftur í song! – Men sig, hvat ger tingið. Nú statt ei og bín!” :,: “Jú teir selja grýn;” :,: