Kunning um atkvøðurætt til skúlastýrisval

Arbeiðsøkið


Sum limir í skúlastýrinum fáa foreldur høvi til at mynda skúlagongdina hjá barni/børnum sínum.

Sí niðanfyri faldara frá Undirvísingarstýrinum, ið greiðir frá arbeiðinum í einum skúlastýri.

Nú tað stundar til skúlastýrisval, er tað týdningarmikið at foreldur at børnum í skúlanum vita, um tey hava atkvøðurætt.

Hvør hevur atkvøðurætt?

  • Foreldur hava atkvøðurætt, um tey eru løggildu foreldur at barninum, sum gongur í skúlanum. Hetta merkir, at tað er neyðugt at hava foreldramyndugleika fyri at hava atkvøðurætt. Hetta eiga foreldur at vera kunnað um. Um tey eru í iva, um tey hava atkvøðurætt, er her ein máti at kanna, um man hevur foreldramyndugleika/atkvøðurætt.

Havi eg sum foreldur atkvøðurætt?

  • Á Vanganum (app):
    • Far til “Vangamynd”
    • Niðast á síðuni stendur “Børn undir 18 ár”
    • Um barnið/børnini standa har, hevur tú foreldramyndugleika
  • Um tú ikki ert skrásett/ur rætt:
    • Vend tær til ⁠Familjufyrisitingina (um tú ert ógift/ur)
    • Vend tær til lokala prestin, um tú ert gift/ur
    • Báðir myndugleikar hava beinleiðis atgongd til fólkayvirlitið (FOLK) – Kervi er knýtt í FOLK

Møguligar misskiljingar

Týdningarmikið at minnast til

Foreldur, sum eru í iva, eiga at kanna málið og venda sær til viðkomandi myndugleikar um neyðugt, so tey kunnu tryggja sær atkvøðurætt til skúlastýrisvalið.

 Gott val!