1. Burtur á heiði, hvar fuglurin syngur,
    har vaksa brobber, har veksur lyngur,
    har er korki og javni.
    Har er tað, menninir torvið skera,
    og konufólkini tað burtur bera.
    Hevur tú verið har, navni?
  2. Har veit eg eitt so lítið reiður;
    fýra ungar fuglurin eigur,
    teir eru naknir og smáir,
    djúpt í reiðrið teir bora seg niður,
    tá ið teir vaksa, pápi mín sigur,
    gerast teir brúnir og gráir.
  1. Burtur á heiði neytini ganga –
    har er ein tarvur, ið vanur er at stanga,
    hann er reyður og hvítur.
    Øll ræðast hann uttan pápi og Pætur,
    ið mangan hevur havt á honum fatur
    og eigur hundin, ið bítur.
  2. Og ein lítlan putt, sum eg eigi,
    hann skal eg hava burtur á heiði,
    líka sum menninir plaga;
    so torir tarvurin einki at gera.
    Vilt tú við mær í ferðini vera,
    navni mín, burtur í haga?

Morgunsangur

Orð: Hans A. Djurhuus
Lag: Jónsveinsvísa