Veturin kom við kulda og kava, ringt er hjá seyðinum, hart er at skava, kalt er í berligum bóli. Lágt stendur sólin, og tíðliga skýmir, burtur úr túninum hundurin rýmir, inni situr kúrandi Óli.
Gler er í á og skalvur í brekku; rínur og hvínur í hvørjari sprekku; Óli er grammur í huga, situr og hugsar um summar og gleði, fuglur var kátur, og lambið var fegið; nú hómast ikki ein fluga.
Omman á bríkini sigur frá søgum, abbin úr fjøruni kemur við øðum, oman kemur maður av Gørðum. “Kóka nú kaffi, set rokkin til reiðar!” hugnaligt í stovu, um frystir eru teigar. Har kemur Klæmint við kørðum