1. Gakk tú fram við góðum treyst,
    tú ert ei aleina;
    Harrin tó er tann, ið best
    leiðirnar kann beina.
  1. Firnast ikki myrkur svart,
    bjartar stjørnur standa;
    hevur faðirvár tú lært,
    óttast tú ei vanda.
  1. Fyri tí, tú veitst, er rætt,
    doyggj, um so má vera;
    tá skal lívið falla lætt,
    deyðin einki gera.

Morgunsangur

Orð: H.A. Djurhuus

Morgunsangur