1. Syrgilig er henda søga
    Gloymið hana aldri meir
    Um tvey skip um fjørðin grøva
    Sjúk av ást, sum tú og fleiri’
  2. Ritan tekkilig og deilig
    Dandandi á báru reið
    Rund og lendabreið og hyldlig
    Vitjar Skopun – havnarkei
  1. Ternan gloymdi sína rutu Hvørja ferð, ið Ritan sást Syngjandi um bógvin burtu Aldur, sungu bert um ást
  2. Uttan fyri Havnarmola
    Hittust tey so mangan dag
    Har var gaman í at trola
    Eingin hevði nakað sæð
  1. Men ein dag, tey aftur vendu
    Ternan misti vald á sær:
    Nevið inn í Ritu rendi
    Deyðiligur kossur var
  2. Mikil gangur, róp og skolan
    Tá ið Ritan sundur støkk
    Deyðasærd vann inn til Molan
    Har hon sum ein steinur søkk
  1. Ritan nú í álakeri
    Fúnar, neyðars hjartað brast
    :/: Hetta tær tann læra veri:
    Kyss tú ongantíð og fast :/: