Tímatalvan verður løgd til viks dagarnar 14.-20.des
Vit fara at arbeiða í 5 bólkum, sum allir so ella so fara at viðgerða samferðsluna, nú Sandoyartunnilin letur upp.
- Samferðsla
- Søgur og hendingar í Sandoy
- Livandi myndir
- Tíðarrit
- Skipslist
Allir dagar er skúlagongdin frá kl.: 8:15
Næmingarnir úr Meginskúlanum, Skálavík og Húsavík koyra við vanliga skúlabussinum.
Næmingarnir úr Skopunar skúla og næmingarnir úr Sands skúla fara við bussi kl.: 8:00 frá teirra skúlum.
Øll fara heim við bussinum kl.: 12:30, tó fara vit til gudstænastu í Skopunar kirkju mikudagin 20. des. kl.: 11:00 og fara so heim uml. kl.: 12:00 við bussinum.
Gudstænasta fyri skúlabørnum verður í Skopunar kirkju mikudagin 20. des. kl.: 11:00.
Evnisvikan endar við framsýning 21. des kl.: 14:30-17:00
Í sambandi við at Sandoyartunnilin letur upp fyri almenninginum fara vit at bjóða øllum at koma í Sandoyar Meginskúla har næmingarnir saman við lærarunum vísa hvat teir hava fingið burtur úr evnisarbeiðinum.
Eisini er gott við einum góðum matpakka.