Skúlin søkir eftir lærara til eitt fast lærarastarv at seta í Skopunar skúla frá 1. august 2023 at rokna:
- Eitt fast lærarastarv
Søkt verður eftir lærara, sum:
- Hevur læraraútbúgving
- Er fyrikomandi og jaligur
- Hevur eitt breitt menniskjasýni
- Dugir at samstarva
- Dámar avbjóðingar og dugir at hugsa kreativt
- Er stundisligur og nærlagdur
- Er við til áhaldandi at menna skúlan
- Hevur hug og førleikar at arbeiða við KT
Okkum tørvar ein lærara:
- Sum kann undirvísa í støddfrøði, føroyskum og náttúru og tøkni í 1. til 5. flokk
- Vil átaka sær flokslæraraleiklutin
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið
Umsókn:
Umsóknin, við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til sko@skulin.fo í seinasta lagi mánadagin 12. juni kl. 12.00
Umsóknin kann eisini sendast við posti til:
Skopunar skúli
Skúlavegur 13
240 Skopun
Meira fast at vita um starvið við at seta seg í samband við skúlaleiðaran, Kárun Kjærbo á tlf. 217696 ella við at senda ein teldupost til sko@skulin.fo