Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð hon lívgar blómurnar, á foldum vaksa; nú gleðast baldursbráin og smæran so fríð, og fuglar úr reiðrunum nú flaksa.
Og títlingurin lítli nú syngur morgunsong, til dagsins yrki fer hann nú so lættur, og tó hann flýgur víða um bygdir og um ong, hann vitjar til ungar sínar aftur.
Mítt eyga hevur notið ein tryggan, góðan blund, í Harrans hond so søtt eg havi sovið; Guds undurverk eg skoði í hesi morgunstund, við songi eg Gudi mínum lovi.
Tøkk fyri, at tú hevur, mín kæri, góði Gud, mær givið evni til títt verk at skoða; fylg mær og verð tú hjá mær, tá eg nú fari út, – nú sólin í fjøll og líð man roða!