Til jólahugnan, sum verður mikudagin 14. des. kl. 18, fara vit at venja eitt krubbuspæl og Lusia. 1., 2. og 3. flokkur skula venja Lusia, tey hava fingið sangin í taskuna, annars duga tey flestu hann. 4. og 5. flokkur fer at framføra krubbuspælið. Tað hevði verið ein stór hjálp, um tit hjálpa teimum at venja tekstin heima, tað eru ikki øll sum hava nakað at siga, men øll eru við í spælinum.
Eisini hava tey fingið eitt blað heim við við sálmunum Nù birtast túsund jólaljós, Eitt barn er føtt í Betlehem (tey skulu helst duga ør. 1-3).
Lagið á tí triðja sanginum Tá ein stjørna bjørt og blíð, er Fagur himin er at sjá.
Tað hevði verið sera gott, um øll børnini duga hesar sangirnar, so gott sum gjørligt.
Vit gleða okkum nógv til jólahugnan 😊
Kærastu heilsanir
Mary-Ann og Sólbjørg