Morgunsangur

  1. Ver tú mær hjá, nú sólin fór um sýn,
    og dagur aftnar, kæri Harri mín!
    Tá onnur hjálp og uggan fellur frá,
    hjálp teirra hjálparleysu, ver mær hjá!

  2. Skjótt endar henda stutta jarðarstund,
    tá fánar dýrdin øll við heimsins sund.
    Alt ridlar leyst, sum eyga mítt kann sjá,
    o, tú, sum broytist ei, ver tú mær hjá!

  3. Ber ei sum drottin ræðslu í mítt sinn,
    men brosa blíðan, kín mær tár av kinn!
    Lat meg hjá tær, við djúpu sálartrá,
    mær finna ugga, Guð mín, ver mær hjá!
  1. Mær tørvar tína hjálp hvønn lívsins dag.
    Bert náði tín kann doyva fjandans slag.
    Hvør er sum tú? Í ódn og sólskinsbrá,
    mín stavur og mín stuðul, ver mær hjá!

  2. Við tær í fylgi aldri óttist eg.
    Í sorg og sjúku ber tað trygdarveg.
    Á gravarskugga, deyða, sum tú vá,
    eg vinni sigur, um tú ert mær hjá.

  3. Tá eygað sloknar, krossin vís tú mær,
    lýs gjøgnum myrkrið mær í himnagarð!
    Rým jarðarnátt – nú lýsing er at sjá!
    Í lív’ og deyða, Guð mín, ver mær hjá!

Orð: Henry Francis Lyte 1847. Edm. í Garði 1951.

Farspor
Skopunar skúli

Vit brúka farspor.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.

Neyðug

Neyðug farspor hjálpa til við at gera nýtsluna av heimasíðuni møguliga, so sum at ferðast runt á síðuni og at fáa atgongd til trygg øki á heimasíðuni.

Heimasíðan virkar ikki til fulnar uttan neyðug farspor.

Betra um brúkaraupplivingina

Neyðugt um eitt nú video frá youtube skula virka optimalt