Visión og Virðisgrundarlag

Í okkara vísiónum fyri Skopunar skúla leggja vit dent á at

fagna ymisleikanum og styrkja felagsskapin

nýta nátturuna sum íblástur

nýta tøkni, sum fremur læring

Virðisgrundarlagið hjá Skopunar skúla byggir á ábyrgd, virðing, umsorgan, felagsskap og ymisleika.

Ábyrd

  • inniber, at hvør einstakur næmingur tekur ábyrgd av felagsskapinum, sær sjálvum, sínum floksfelaga og vinum.

Virðing

  • inniber, at vit vísa virðing fyri skúlanum, okkum sjálvum og øðrum.

Umsorgan

  • merkir, at vit í tonkum, orðum og verkum vísa virðing og umhugsnið fyri hvørjum einstøkum.

Felagsskapur

  • inniber, at vit eru tilvitað um okkara leiklut saman við øðrum. At tað er ein felagsskapur millum teg og tínar floksfelagar, vinir og lærarar.

Ymisleiki

  • inniber, at vit gerast tilvitað um, at øll eru ymisk, og at tað er ein styrki heldur enn ein veikleiki fyri felagsskapin.