Í morgin týsdagin 18. mars fara vit til skúlaleikir, ið verða í høllini á Hálsi. Dagurin er frá kl. 09.30 – 14.00. Aftaná skúlaleikir fara vit oman í Gundadalshøllina at svimja.
Børnini fáa at eta í matarsteðginum, so tað er ikki neyðugt at hava matpakka við.
At hava við:
- Vera í ítróttaklæðum og hava innandura skógvar við
- Hava vatndunk við
- Svimjiklæðir
Pengar: 20 kr fyri svimjing og í mestalagi 100 kr lummapengar.
Vit møta til vanliga tíð í morgin í skúlanum uttan skúlatasku.