Føstulávintsmánadagur á Sandi

Í ár fara allir skúlarnir á oydni at halda føstulávintsmánadag saman. Vit fara til Sands í ár.

Vit møtast kl 07. 55 mánamorgunin við plattin hjá Lindberg, har vit standa klár kl. 08:00, tá bussurin koyrir til Sands.

Vit byrja í Virkinum kl. 08:30 við tunnusláttri. Næmingarnir verða býttir upp eftir aldri.

1.-3. flokkur slær inni og 4.-6. flokkur slær inni.

7.-9. flokkur, gentur sláa úti og 7.-9. flokkur, dreingir sláa úti.

Føroyskur dansur verður aftaná í Virkinum, har vit fara at kvøða: Risin og Kellingin, Harpurímuna, Nykursvísuna, Øskudólgur, Sigmundskvæði yngra, Ormurin langi, Slipidansur og Ríða ediling.    

Kl. 10:30 fáa vit bollar og kakao í Sands skúla

Kl. 11:00 kjósa vit vakrastu grýluna.

Kl. 11:30 fara vit í bussin heimaftur.