Vit hava givið tykkum eina tíð. Um tað ikki passar tykkum, eru tit vælkomin at býta um við onkran annan.
Um tit býta um tíð, ella tað als ikki ber til at koma, verða tit biðin um at siga frá sum skjótast.
Vit hava sett 20. min. av til hvørja viðtalu, og við virðing fyri teimum, ið standa á listanum fara vit at halda okkum til tíðirnar.
Í Skopunar skúla velja vit at hava næmingarnar við til viðtalurnar frá triðja flokki. Hetta er ein leistur, sum roynist væl aðrastaðni, og er við til at læra næmingarnar at taka meira ábyrgd fyri egnari læru/skúlagongd. ÁFEL.
Næmingarnir fáa samtalupappír heim við, sum tit verða biðin um at útfylla saman við teimum og at hava við aftur á fundin.
Í viðtaluni fara vit at tosa um: hvussu gongst næminginum í undirvísingini, trivnaðin hjá næminginum og atburð.
Vit ynskja, at næmingarnir koma við til viðtaluna
Viðtalan verður við Gerhard og Kárun.
Klokkan Næmingur
13:00 – 13:20 Símun Óli
13:25 – 13:45 Jógvan
13:50 – 14:10 Jósef Esekiel
14:15 – 14:35 Kasmira
14:35 – 14:50 Steðgur
14:50 – 15:10 Sofía
15:10 – 15:30 Jónas
15:35 – 15:55 Árni