Svimja og Bowla

Fríggjadagin skulu næmingarnir møta í skúlanum kl. 09.00. Skúlin er opin frá kl. 08:00, um onkur hevur tørv á at møta tá. Vit fara við bussinum av keiini kl. 09.35.

Vit fara fyrst at svimja. Eftir svimjing fáa næmingarnir okkurt ábit. Vit ganga frá svimjihøllini til bowling, har vit fara at bowla fyrst. Aftaná fáa vit burgara, kips og ís, so ongan matpakka og drekkidunk við. Heldur ikki neyðugt við pengum.     

Frítíðarskúlin er saman við skúlanum, so vit eru 6 vaksin. Mary-Ann og Karina hava ábyrgd av 1. flokki. Gerhard og Gunnvá hava ábyrgd av 2. og 3. flokki. Sólbjørg og Kárun hava ábyrgd av 4. og 5. flokki.  

Vit fara við bussinum av Steintúni kl. 15:35 og verða í Skopun kl. 16:10. Dagurin endar tá.

Minnist til at hava svimjiklæðir við