Skúlagongdin meðan verkfall er frá mánadegnum 27. mai 2024
Vit hava í dag eftirhugt skúlan og í samráð við heilsumyndugleikum mett, at skúlans hølir, serliga vesir, ikki longur kunnu nýtast forsvarliga vegna vantandi reingerð frá mánadegnum at rokna. Skúlavirksemið steðgar ikki, men verður tillagað eftir einum leisti á vikuætlanini.
Heitt verður á næmingar, foreldur og avvarandi um at hyggja á heimasíðu skúlans hvønn dag.
Tá verkfallið er av, venda vit aftur til vanliga skúlagongd. Nærri kunning kemur tá á heimasíðu skúlans.