Jólahugni

Til jólahugnan, sum verður mikudagin 13. des. kl. 18, fara vit at venja eitt krubbuspæl og Lusia.

1., 2. og 3. flokkur skula venja Lusia, tey fáa sangin í taskuna, annars duga tey flestu hann. 4. og 5. flokkur fer at framføra krubbuspælið. Tað hevði verið ein stór hjálp, um tit hjálpa teimum at venja tekstin heima, tað eru ikki øll sum hava nakað at siga, men øll eru við í spælinum.

Eisini hava tey fingið eitt blað heim við sálmunum: Nú birtast túsund jólaljós, Eitt barn er føtt í Betlehem (tey skulu helst duga ør. 1-3). Eitt fjós og ein krubba
Lagið á tí fjórða sanginum: Tá ein stjørna bjørt og blíð, er Fagur himin er at sjá.    

Tað hevði verið sera gott, um øll børnini duga hesar sangirnar, so gott sum gjørligt.

Vit gleða okkum nógv til jólahugnan 😊

Farspor
Skopunar skúli

Vit brúka farspor.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.

Neyðug

Neyðug farspor hjálpa til við at gera nýtsluna av heimasíðuni møguliga, so sum at ferðast runt á síðuni og at fáa atgongd til trygg øki á heimasíðuni.

Heimasíðan virkar ikki til fulnar uttan neyðug farspor.

Betra um brúkaraupplivingina

Neyðugt um eitt nú video frá youtube skula virka optimalt