Viðtalur hjá 5. flokki

Mikudagin 29. novembur verða viðtalur hjá 5. flokki.

Vit hava givið tykkum eina tíð. Um tað ikki passar tykkum, eru tit vælkomin at býta um við onkran annan.

Um tit býta um tíð, ella tað als ikki ber til at koma, verða tit biðin um at siga frá.

Vit hava sett 20. min. av til hvørja viðtalu, og við virðing fyri teimum, ið standa á listanum fara vit at halda okkum til tíðirnar.

Næmingarnir fáa samtaluørk heim við, sum tit verða biðin um at útfylla saman við teimum og hava við aftur á fundin.

Í viðtaluni fara vit at tosa um: hvussu gongst næminginum í undirvísingini, trivnaðin hjá næminginum og atburð.

Vit ynskja, at næmingarnir koma við til viðtaluna

KlokkanNæmingur
13:30 – 13:50Bjørgvin 
13:55 – 14:15Hans Gudmund
14:20 – 14:40Hedvig
14:45 – 15:05Ingibjørg
15:05 – 15:20Steðgur
15:20 – 15:40Brynjar
15:45 – 16:05Kristian