Konsert við Jesper René

Konsert við klaverspælaranum Jesper René kl.: 12:30

Jesper René er føddur í 1974 og hevði fyrstu framførsluna aftan á lokna útbugving saman við Odense symfoniorkestri í 1989. Hann hevur seinastu 10 árini havt eitt ótal av konsertum. Sum nærmast tann einasti í Norðanlondum hevur hann serliga framført tey stóru klaververkini av Bach. Í seinastuni hevur hann til dømis framført Das Wohltemperierte Klavier i Grønland og Goldberg variationerne, sum hann fegin spælir í smáum serstøkum støðum, sum til dømis í fongslinum í Herstedvester. Ein aðalhugsan hjá Jesper René er, at tey stóru tónleikaverkini eisini skulu spælast í smáum støðunum, har tey ikki vanliga eru at hoyra.

Afturat tónleikinum hjá Bach hevur Jesper eitt stórt og fjøltáttað repertoire frá Beethoven til Brahms.