Lærarastarv í Skopunar skúla

Skúlin søkir eftir lærara til eitt fast lærarastarv at seta í Skopunar skúla frá 1. august 2023 at rokna:

  • Eitt fast lærarastarv

Søkt verður eftir lærara, sum:

  • Hevur læraraútbúgving
  • Er fyrikomandi og jaligur
  • Hevur eitt breitt menniskjasýni
  • Dugir at samstarva
  • Dámar avbjóðingar og dugir at hugsa kreativt
  • Er stundisligur og nærlagdur
  • Er við til áhaldandi at menna skúlan
  • Hevur hug og førleikar at arbeiða við KT

Okkum tørvar ein lærara:

  • Sum kann undirvísa í støddfrøði, føroyskum og náttúru og tøkni í 1. til 5. flokk
  • Vil átaka sær flokslæraraleiklutin

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið

Umsókn:
Umsóknin, við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til sko@skulin.fo í seinasta lagi mánadagin 12. juni kl. 12.00

Umsóknin kann eisini sendast við posti til:

Skopunar skúli
Skúlavegur 13
240 Skopun

Meira fast at vita um starvið við at seta seg í samband við skúlaleiðaran, Kárun Kjærbo á tlf. 217696 ella við at senda ein teldupost til sko@skulin.fo