Í Gøtu ein dag har hendi eitt undur, ei fyrr var tað sæð: Tað skramblar sum heglingsæl – luftin var klár – tað ýlir av stormi – tó ei rørdist hár, og klettarnir spreingjast, sum snarljós teir traff. :,: Øll Gøta var paff. :,:
Ei undur var í; Í Tróndargjógv undir borðoyarlíð lá Tróndur og rembdist, hann spenti so fast, at Trøllkonufingur í liðinum brast, og Kellingin datt, hon stóð tó so trygt, :,: og Risin fekk gikt. :,:
Nú vaknaði við hin gamli í gjónni og royndi eitt stig, men tungur var bulur og beinini veik, tó, hvat gjørdi Tróndur, tá mátturin sveik? Hann gandaði Geyta, í grøvini lá, :,: so Geyti stóð hjá. :,:
Teir heilsaðust so. Hoyr olmussudýrið, mær tørvar eitt boð. Eg svav her so leingi, eg sigi tær satt, eg veit ikki, hvussu í Føroyum er statt. Um tingið er sterkt og um menn lata skatt, :,: meg lysti at frætt. :,:
Tað gekk so ein tíð, Og Geyti kom aftur í Borðoyarlíð. “Jú, nógv er at frætta, teir lesa í bók um Sigmund og teg og um kalvan, teg tók. Í gandi hvør maður í Føroyum er nú :,: nógv betur enn tú. :,:
Teir sigla í logn, teir rógva og hava ei árar í ogn. Teir tosa úr Gøtu og suður í Vág, úr Føroyum til Bretlands eitt ílatog lá; hin “rómarski” pávin lá deyður ein dag – :,: brátt vistu teir tað. :,:
Men fólkið er smátt, og kvinnurnar detta um miðjuna brátt. Á høvdinum bera tær fjaðrar og gras, og eg sá ein mann nýta botn, tá hann las Á monnum er pannan so høg, at eg sá :,: hana aftanífrá. :,:
Og alt letur skatt, og mjøður er bannaður – jú, tað er satt. Tað mesta av jørðini fór undir kong. “ – Tá suffaði Tróndur: “So aftur í song! – Men sig, hvat ger tingið. Nú statt ei og bín!” :,: “Jú teir selja grýn;” :,: