Mánadag 20. desembur verður skúlagongdin øðrvísi. Ítrótturin er avlýstur. Gerhard og Sólbjørg skipa dagin. Nakað væl av degnum verður nokk brúktur úti í kavanum, so minnist til heit útiklaðir.
Týsdagin 20. desembur møta vit kl.: 08.10. Skúlagongdin endar kl.: 12.00.
Vit fara at hava jólabiograf og fáa jólapakkar.
Mikudagin 21. desembur møta vit kl.:08.10. Skúlagongdin endar kl.: 10.30.
Vit gera okkum klár at fara við skúlabussinum kl. 08.30.
Kl. 09.00 luttaka vit í jólaguðstænastu fyri børnini í Sandoynni.
Guðstænastan verður í Sands kirkju.
Skúlagongdin byrjar aftur týsdagin 3. januar 2023.
Gleðilig jól og gott nýggjár.