Avlýst skúlagongd

Í morgin Týsdagin 11/1-2022 verður eingin skúlagongd vegna skeiðvirksemi. Mary-Ann og Poul skulu á Lívbjargaraskeið, sum verður á Meginskúlanum kl. 8. Tað er óheppið at avlýsa skúlagongdina, men eg eri sjúkrameldað hesa vikuna út, so eg havi ikki fólk at manna skúlan. Skopunar skúli hevur tíverri ikki verið við í samskiftinum um nær skeiðið skuldi verða, tí koma boðini nakað seint.