1. Nykurin letur sær klæði skera,
    Harra mín –
    tí hann vildi ein riddari vera.
    Um summarið, tær allir fuglar syngja væl. –
  2. Nykurin gongur í kirkjuna inn,
    prestar hildu messur fimm.
  3. Nykurin gongur á kirkjugólv,
    prestar hildu messur tólv.
  4. Elsa lítla smílir undir lín:
    Krist gevi, tann riddari hann var mín!
  1. Han trådte over skamler en og to:
    Else lille, giv mig tro!
  2. Else lille, troloves mig!
    Otte borger giver jeg dig.
  3. Else lille rækker hånden fra sig:
    jeg giver dig tro og følger dig.
  4. Der de komme i rosenlund,
    da lyster Else lille at hvile en stund.
  5. Hør du, ridder, hvad jeg spør dig:
    hvor ere de borge, du lovede mig?
  1. Eitt er í vatni, annað er í sjógv,
    fært tú meg, tá hevir tú nógv.
  2. Elsa lítla lítir seg upp í fjøll:
    Eg meini, tú ert eitt nykartrøll.
  3. Nykurin leyp í vatnið út –
    eftir stóð Elsa (lítla) við sorg og sút.
  4. Nykurin leyp í vatnið kátur,
    hálvur maður og hálvur bátur.
  5. Skundaði hon so snarliga heim,
    hon takkaði Gudi, hon fekk ikki mein.