Síðsti dagur
Síðsti dagur at lata allar bøkur inn, sum skúlin eigur. Minnist eisini til tær hjá…

Sum fuglarnir byggja bergið
I ár var evnisvikan um fuglar.
Triði, fjórði og fimti flokkur í Skopunar skúla málaðu ein flottan málning av einum bergi við nógvum fuglalívi í saman við Poul Hentze.
Málningurin kemur at prýða skúlan nógv ár framyvir.
Eisini evnaðu næmingarnir fuglar úr pappmasje.
Hiplingurin, drunnhvítin, lundin, skarvurin, havhesturin, teistin, álkan, skrápurin, ritan, lomvigin og síðst, men ikki minst súlan hanga nú so vakrir undan loftinum í Skopunar skúla.
Fyrsti og annar flokkur gjørdi m.a. skriviundirløg við songinum Másin sigur pli pli pli.
Eisini gjørdu tey eina bandupptøku við ljóðunum av teimum sjófuglunum, ið vit hava arbeitt við. Hetta arbeiðið bindur sloyfu um verkið, og málningurin, fuglarnir og ljóðið gerst ein vøkur heild.

Nú almennu korona tilmælini verða broytt í sambandi við ferðing til Føroyar, verður mælt til, at næmingar, sum koma til Føroyar, kunnu koma aftur í skúla, tá tey hava fingið negativt svar frá korona kanning 2. dagin eftir komu.
Síðsti dagur at lata allar bøkur inn, sum skúlin eigur. Minnist eisini til tær hjá…
Øll hava svimjiklæðir og matpakka við. (Kl. 08.10-11.50)
Fjallstúr Skálavík – Húsavík. Havi skiftiklæðir og handklæði við, børnini fara óivað at fáa sær…
Fjallstúr í Skopun. Latið tykkum í eftir veðrinum og havi góðan matpakka og drekkadunk við….
Fríggjadagin 8 mai fara vit at hava ruddingardag rundan um Skopunar skúla. Næmingarnir fáa…