At trívast

Góð ráð um at trívast í skúlanum

Børnum dáma, at foreldrini eru áhugað í øllum skúlalívinum, ikki bert hvussu tað er fyri fakliga í skúlanum. Tað er týdningarmikið fyri tey, at foreldrini eisini eru áhugað í vinum og lærarum, sum tey eru sama við allan dagin.

Minst tí til at lurta, tá barnið sigur frá um skúlan.

Lat vera við bara at spyrja: Hvussu gongur í skúlanum?

Slíkur spurningur elvir oftast til svarið – gott! Og so endar samrøðan.

Lat barnið siga frá degnum og spyr síðan um tað, sum tú vilt vita meiri um, t.d. hvussu gekk í roknitímanum.

Halt síðani fram, til barnið ikki tímir meiri.

Børn vilja liva upp til krøvini, ið verða sett frá skúlanum og foreldrunum. Um børn ikki kenna seg nóg góð ella ikki halda, at tey megna at fylgja við, er tað týdningarmikið, at tey kenna, at foreldrini stuðla teimum.

Metir tú, at barnið hevur torført at fylgja við í skúlanum, er tað týdningarmikið at tú stuðlar tí. Heldur tú, at tú ikki megnar at hjálpa barninum, set teg í samband við flokslæraran, so hon kann kanna, um barnið hevur tørv á serundirvísing.

Børnini finna nýggjar vinir í skúlanum og í frítíðarskúlanum.

Tí er tað sera umráðandi, at barnið gongur í frítíðarskúla, har frítíðarskúlar eru á staðnum – eisini hóast heimið ikki hevur tørv á tí.

Vís barninum, at tú viðurkennir og hevur virðing fyri arbeiðinum hjá lærararunnum.

Tað ger man við at tosa við læran og t.d. fara til tiltøk, ið skúlin skipar fyri.

Um bæði foreldur ikki búgva hjá barninum, hevur tað týdning fyri barnið, at tit bæði koma til tiltøkini.

Ert tú ónøgd/ur við læraran ella skúlan, skalt tú ikki siga tað við barnið.

Ansa eftir, um barnið verður happað ella happar sjálvt. Set teg alt fyri eitt í samband við flokslæraran, um tú hevur illgruna um happing.

Ofta krevja umstøðurnar, at familjan noyðist at flyta. Tað kann vera skilnaður o.a.

Trívist barnið í skúlanum, skalt tú royna at lata vera við at flyta skúla. Set búgv tætt við skúlan hjá barninum, um hetta er møguligt.

Verða tit fráskild, og annað noyðist at flyta, royn so í størstan mun at fáa eina íbúð tætt við skúlan hjá barninum. Tað er sjáldan, at børn tora at skifta skúla.

Tú kanst gera nakað fyri trivnaðin hjá barninum við at gera ein trivnaðarbólk saman við øðrum foreldrum í flokkinum ella á skúlanum. Ein trivnaðarbólkur arbeiðir vanliga við at styrkja sosiala samanhaldið og fyribyrgja happing.

Um barnið er fyri sorg og missi t.d. í samband við deyða ella hjúnaskilnað, sig læraranum frá. Á henda hátt kann hann stuðla og hjálpa barninum.

Tað er týdningarmikið fyri trivnað og innlæring, at børnini eru før furi at hugsavna seg í skúlanum, at tey hava nóg mikið av orku til at klára ein langan dag við skúla og frítíðarskúla.

Barnagarðsbørn hava tørv á at sova millum 11 – 12 tímar, og tannaáringar skulu sova 9 tímar.

Ein sunnur morgunmatur og frukt hvønn dag er týdningarmikið, um barnið skal hava orku og kunna hugsavna seg í skúlanum.

Kanningar vísa at 3 av 4 børnum eta ov nógv av sukri í skúlanum.

Heim og skúli kunnu als ikki vera hvørt annað fyri uttan, og bert við hollum og góðum samarbeiði kunnu næmingarnir fáa sum frægast burturúr skúlagongdini.

Samarbeiðið millum skúla og heim er lógfest og eigur tí at vera í rættiliga føstum kørmum til tess at tryggja eitt gott úrslit.

Besta samstarvið fæst við, at skúlin vísir á og ger púra greitt, hvørjar uppgávur og ábyrgd skúli og heim hava hvør í sínum lagi mótvegis næmingunum.

  • At børnini fyrst og fremst fáa holla undirvísing sambært tí, sum skúlalógin fyriskipar
  • At skúlin hevur lærara við hollum kunnleika at undirvísa
  • At lærarar møta til tíðina og eru væl fyrireikaðir
  • At lærarar møta børnunum á tí støði, tey eru, og haðani eggja teimum at læra
  • At børnini verða lærd samanhald, ábyrgd og vinalag í flokkinum
  • At lærarar eru fólkaligir og tosa hampiliga við næmingar og felagar
  • At lærarar geva foreldrunum boð, so tíðliga sum gjørligt, um børnini ikki fylgja nóg væl við í skúlanum, og at foreldrini fáa at vita, um tey skulu hjálpa børnunum meira við heimaarbeiði
  • At foreldur fáa boð, so tíðliga sum gjørligt, um barnið órógvar ella er ov friðarligt og einsamalt

At næmingarnir

  • Møta rættstundis
  • Hava etið morgunmat og eru væl hvíldir
  • Hava gjørt heimaarbeiði
  • Eru fólkaligir, og tosa hampiliga við lærarar og felagar
  • Ikki órógva í stovuni ella í skúlanum sum heild
  • Hava matpakka við, tá teir eru í skúla í matarsteðginum

At foreldrini:

  • Hjálpa børnunum við heimaarbeiði
  • Greiða børnunum frá, at skúlin er arbeiðspláss hjá børnunum og hjá læraranum, og at tað hevur týdning, at tey virða skúla, lærara og øll, sum eru í skúlanum
  • Læra børnini samanhald, ábyrgd og vinalag
  • Boða skúlanum frá, um serlig viðurskifti eru galdandi við einum barni (td. Sjúka)
Farspor
Skopunar skúli

Vit brúka farspor.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.

Neyðug

Neyðug farspor hjálpa til við at gera nýtsluna av heimasíðuni møguliga, so sum at ferðast runt á síðuni og at fáa atgongd til trygg øki á heimasíðuni.

Betra um brúkaraupplivingina

Neyðugt um eitt nú video frá youtube skula virka optimalt