Leygardagin 26. september kl. 10.00–15.00 skipar Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon fyri Sandoy saman á súkklu við Meginskúlan á Sandi.
Hetta verður ein hugnaligur familjudagur fyri børn og vaksin, har súkkling, rørsla, upplivingar og felagsskapur eru í miðdeplinum.
Við Meginskúlan verður lív og virksemi gjøgnum dagin, samstundis sum møguleiki verður at fara út á ymiskar súkklurutar runt á Sandoynni. Tú kanst tí koma fyri at súkkla ein túr, royna teg saman við børnunum – ella bara koma við familjuni og vera partur av degnum.
Hetta er ikki ein kapping. Øll súkkla í sínum egna tempo og velja sjálvi ta rutuna, sum hóskar best.
Vit hava seks ymiskar rutur – frá einari stuttari barnarutu til longri túrar runt á Sandoynni:
🚲 Barnaruta – 5,5 km
🚲 Byrjanarruta – 17,6 km
🚲 Skopun – 13,2 km
🚲 Skarvanes – 21,1 km
🚲 Skálavík – 24,1 km
🚲 Dalur – 32,3 km
Barnarutan og byrjanarrutan verða skipaðar sum lukkaðar royndarrutur, so eisini børn, nýbyrjarar og onnur, sum ikki eru von at súkkla, kunnu koma og royna seg í tryggum og góðum karmum.
👉 Meira kunning um tiltakið og tilmelding finst her:
https://www.sst.fo/kalendari/avbjoding-2026/
Viðheft eru eisini lýsing og rutuyvirlit fyri dagin.
Vit vóna, at tit hava hug at koma við. Tit eru eisini sera vælkomin at senda boðini víðari og deila tiltakið við familju, vinum, starvsfeløgum og øðrum, sum kundu havt áhuga.
📅 Leygardagin 26. september 2026
⏰ Kl. 10.00–15.00
📍 Meginskúlin á Sandi
Títt tempo. Tín ruta. Ein góður dagur saman. 🚲❤️
