Knýta bond og skíggjanýtsla
Vit bjóða tykkum á ein felags foreldrafund í Skopunar skúla, har vit seta á stovn eitt foreldraforum um at knýta bond og skíggjanýtslu í 1.- 3. Fl. úr Skálavíkar-, Sands- og Skopunar skúla.
Týskvøldið 22. sept. 2026 kl. 18.00-20.00
Í einum foreldraforumið er tað gott hjá foreldrum at knýta bond og skifta orð um trivnað, áskoðanir og felags leiðreglur í flokkinum. Fyri at fáa innlit í støðuna og áhugamál hjá næmingunum, hittir hon teir fyrr um dagin.
Børnini hava brúk fyri, at foreldur tosa saman og tí ynskja vit, at bæði foreldrini luttaka.
Gott um foreldur hava snildfon við, til spurnakanning/eftirmetan.
Daisy J. Iversen , SSP-ráðgevi, leggur fyri, saman við politisti, ið ynskjur samstarv um trygd á netinum.
Gott um foreldur hava snildfon við, til spurnakanning/eftirmetan.
Gevið flokslærara boð, um tit koma ella ikki.
