Hvønn hósdag hava vit lesiring, og tað er nakað, ið vit veruliga gleða okkum til!

Endamálið við lesiringinum er at skapa lesigleði hjá børnunum. Við hesum átakinum ynskja vit, at børnini skulu uppliva, at lestur ikki bara er nakað, man “skal”, men nakað man kann njóta, undrast yvir og tosa um saman við øðrum.
Samstundis brúka vit lesiringin at varpa ljós á móðurmálsdagin og týdningin av okkara egna máli. Tað er ein góður møguleiki at styrkja orðatilfeingið, málkensluna og samleikan hjá børnunum.
Í løtuni lesa vit bókina Ódjórið eftir Silju Aldudóttir. Tað er ein spennandi og hugtakandi søga, sum gevur rúm fyri samrøðu, undran og nýggjum sjónarhornum.
Tit eru altíð vælkomin at spyrja børnini heima:
– Hvat hendi í bókini í dag?
– Hvat heldur tú um søguna?
– Hvør er tín yndispersónur?
Tað ger stóran mun, tá tit vísa áhuga









