Stovufundur fyri 4. og 5. flokk

Góðu foreldur!

Í komandi viku (vika 37) fara vit at hava stovufundir fyri allar flokkarnar. Har vit fara at tosa um gongdina í flokkinum, og greiða frá dagligu skúlagongdini í fakunum. Eisini fáa tit høvi at heilsa upp á teir nýggju lærararnar: Maiken Krabenhøft og Arnbjørn Egholm.

Tað er av alstórum týdningi, at tit møta til fundin – gjarna baði foreldrini fyri hvørt barnið. Um tað ikki liggur fyri hjá øðrum foreldrunum at møta, eru tit vælkomin at taka ein næstringa við, so sum eina ommu ella abba.   

Ein kaffimunnur verur at fáa við onkrum søtum afturvið.  

Tíð og stað fyri stovufund hjá 4. og 5. flokki verður:

Mikudagin 10.09 kl. 17.30

Farspor
Skopunar skúli

Vit brúka farspor.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.

Neyðug

Neyðug farspor hjálpa til við at gera nýtsluna av heimasíðuni møguliga, so sum at ferðast runt á síðuni og at fáa atgongd til trygg øki á heimasíðuni.

Betra um brúkaraupplivingina

Neyðugt um eitt nú video frá youtube skula virka optimalt