Spæliliðið

Sum ein liður í at fáa næmingarnar at verða meira rørsluliga virknir og at bøta um trivnaðin í fríkorterunum á skúlunum hevur Skopunar skúli valt at royna donsku ætlanina ”Legepatruljen”, føroyska heitið er ”Spæliliðið”.

Spæliliðið í Skopunar skúla er mannað av næmingunum úr 5. flokki. Uppgáva teirra er at skipa fyri spæli eitt fríkorter um vikuna millum næmingar skúlans.

Fyri betur at kunna standa fyri hesi uppgávu verður skipað fyri skeiði í Skúlanum við Løgmannabreyt mánadagin 25. august kl. 9.00 – 15.00, har næmingarnir eisini fáa okkurt gott til matna, tískil er ikki neyðugt við matpakka. Til skeiðið skulu næmingarnir møta í ítróttarklæðum, og hvørt liðið skal hava fyrireikað eitt spæl, tey kenna. Eg fari á skeiðið saman við 5. flokki.
Næmingarnir skulu møta í skúla sum vanligt kl. 8.00 og verða avheintaðir har.
Eftir skeiðið verða næmingarnir koyrdir heim til hús.

Tykkara barn er ”valt út” at vera við á spæliliðnum eftir at næmingunum er greitt frá um ætlanina, og næmingurin eftir egnum ynski vil vera við. Vónandi er hetta í lagi tykkara vegna.

Meira fæst at vita um endamálið/uppgávuna hjá spæliliðnum á www.legepatruljen.dk
Við vón um eitt gott spæliár 😊

Farspor
Skopunar skúli

Vit brúka farspor.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.

Neyðug

Neyðug farspor hjálpa til við at gera nýtsluna av heimasíðuni møguliga, so sum at ferðast runt á síðuni og at fáa atgongd til trygg øki á heimasíðuni.

Betra um brúkaraupplivingina

Neyðugt um eitt nú video frá youtube skula virka optimalt