Fjallatúrur

Gurðunarløkur – Skarvanes

Um viðrar, fer allur skúlin ein deiligan fjallatúr fríggjadagin 06. Juni.

Bussur kemur eftir okkum kl. 08.15 og koyrir okkum til krossvegin til Húsavíkar, har frá ganga vit teinin, ið tit síggja á myndini. Komin til Skarvanesar hvíla vit okkum og eta matpakka, síðan ganga vit teinin heimaftur, har bussurin heintar okkum.

At hava við:

  • Góðan matpakka og dunk í egnum ryggsekki (tað er upp til tykkum, hvat tit geva barninum við, tit eru vælkomin at leggja okkurt eyka lekkurt í ryggsekkin)
  • Stivlar, tí lendið er vátt.
  • Íklødd eftir veðrinum.

Gevið gætur: Um barnið skal í frítíðarskúla aftaná túrin, er umráðandi, at tit geva teimum skiftiklæðir við, ið liggja eftir í skúlanum, tá vit fara avstað um morgunin.

Vit tosa við næmingarnar um, hvat er týdningarmikið at minnast til, tá man fer út í náttúruna. Tó ynskja vit, at tit eisini minna tey á hesi tingini:

  • Vit fylgjast
  • Vit ganga bara har, sum gøtan er merkt við bláum pelum (varðum)
  • Vit hava størstu virðing fyri djóralívinum og lata reiður og ungar fáa frið, um vit koma fram á tey
  • Vit koyra alt rusk í aftur matpakkan ella taskuna og taka tað heim við aftur

Møtið stundisliga 😉

Lærararnir

Farspor
Skopunar skúli

Vit brúka farspor.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.

Neyðug

Neyðug farspor hjálpa til við at gera nýtsluna av heimasíðuni møguliga, so sum at ferðast runt á síðuni og at fáa atgongd til trygg øki á heimasíðuni.

Heimasíðan virkar ikki til fulnar uttan neyðug farspor.

Betra um brúkaraupplivingina

Neyðugt um eitt nú video frá youtube skula virka optimalt