Foreldraviðtalur hjá 4. og 5. flokki.

Hósdagin 4. mars verða foreldraviðtalur hjá 4. og 5. flokki.

Vit hava givið tykkum eina tíð. Um tað ikki passar tykkum, eru tit vælkomin at býta um við onkran annan.

Um tit býta um tíð, ella tað als ikki ber til at koma, verða tit biðin um at siga flokslæraranum frá.

Viðtalan verður við Kathrinu og Kárun. Kárun tekur fakini Náttúra og tøkni, danskt, søga, kristni og ítrótt fyri Mary-Ann og Poul.

Í Skopunar skúla velja vit at hava næmingarnar við til viðtalurnar frá seinnu viðtalu í triðja flokki. Hetta er ein leistur, sum roynist væl aðrastaðni, og er við til at læra næmingarnar at taka meira ábyrgd fyri egnari læru/skúlagongd. ÁFEL.

Næmingarnir fáa samtalu pappír heim við, sum tit verða biðin um at útfylla saman við teimum og at hava við aftur á fundin.

Er okkurt tit gjarna vilja tosa við okkum um, sum tit ikki meta skal takast upp, tá tykkara børn eru til staðar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum. Tað kann baði gerast gjøgnum tlf., ella tit biðja um ein fund við okkum.  

Farspor
Skopunar skúli

Vit brúka farspor.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.

Neyðug

Neyðug farspor hjálpa til við at gera nýtsluna av heimasíðuni møguliga, so sum at ferðast runt á síðuni og at fáa atgongd til trygg øki á heimasíðuni.

Betra um brúkaraupplivingina

Neyðugt um eitt nú video frá youtube skula virka optimalt