Góðu foreldur
Hósdagin 28. Januar fara vit at hava ein felags foreldrafund fyri avvarðandi hjá triðja, fjórða og fimta flokki kl. 19, har vit fáa ein kaffimunn við onkrum góðum afturvið. Vit koma at tosa um flokkarnar og vísa Heimasíðuna hjá skúlanum fram.
Einstaklinga foreldrafundur verður stutt eftir felagsfundin. Nærri boð koma seinni.
